|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   SÁTTMÁLAR  |   LIMAFELØG  |   KUNNING  |   LEINKI  |


  Postadressa:
  Heiðavegur
  Boks 183
  FO - 610 Saltangará

  Telefon:
  (+298) 31 21 20
  (+298) 21 21 99

  Telefax:
  (+298) 32 04 20

  E-mail:
  fhf@fhf.fo



  Leita á heimasíðuni:
 

 



Avtala um trygging fyri allar virknar limir í FHF

Føroya Handverkarafelag hevur gjørt avtalu við Føroya Lívstrygging um trygging fyri allar virknar limir í Føroya Handverkarafelag.

Avtalan um samlagstrygging varð undirskrivað at koma í gildi frá 1. mai 2007. Limirnir verða væl tryggjaðir, bæði um limur doyr, og um limur fær hættisliga sjúku.
Upphæddin, ið verður útgoldin um limur doyr er kr. 400.000,-, ið verður goldin til næsta avvarandi - tó so, at hvør eistakur limur fær høvi at áseta, júst hvør skal hava útgjaldið - t.d. sambúgvi.
Um limur fær hættisliga sjúku - t.d. krabbamein ella hjartatilburð - verður útgoldið kr. 100.000,- til limin. Eisini eru børn hjá limi tryggjaði.

Neyvari kunning um treytir fyri rættindini hjá limunum eru at finna í hesum skjølum:
Faldarin: Samlagstrygging (pdf-skjal) ella
Faldarin: Samlagstrygging (word-skjal).



Formaðurin í FHF og stjórin í Føroya Lívstrygging undirskriva avtaluna.


Nevndarlimir í FHF saman við stjóranum í Føroya Lívstrygging.


01-05-07