|   FORSÍÐA  |   FELAGIÐ  |   SÁTTMÁLAR  |   LIMAFELØG  |   KUNNING  |   LEINKI  |


  Postadressa:
  Heiðavegur
  Boks 183
  FO - 610 Saltangará

  Telefon:
  (+298) 31 21 20
  (+298) 21 21 99

  Telefax:
  (+298) 32 04 20

  E-mail:
  fhf@fhf.fo



  Leita á heimasíðuni:
 

 



Handverksvinnan heldur stand

Lønarútgjaldingarnar í handverksvinnuni eru at kalla óbroyttar fyrra ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Bæði í vinnunum skipasmiður, smiður og bygging er ein lítil vøkstur í lønarútgjaldingunum higartil í ár í mun til í fjør. Munandi afturgongd er tó í lønarútgjaldingunum í vinnugreinini annar ídnaður.

Eisini er stór afturgongd í lønarútgjaldingunum í fiski- og alivinnuni.
Í vinnugreinini fiskiskapur er afturgongdin 11,3% og í alivinnuni heili 23,6%.
Helst er tað stóra afturgongdin í alivinnuni, sum ger sítt til, at afturgongd sum nevnt eisini er í ídnaðinum.

Sum heild er lítil broyting í lønarútgjaldingunum higartil í ár í mun til í fjør, ella ein vøkstur svarandi til einans 0,6%.
Talan hevði tó verið um afturgongd í samlaðu lønarútgjaldingunum, um ikki munandi vøkstur hevði verið í almennu lønarútgjaldingunum. Um vit ikki rokna almennu lønirnar uppí, høvdu lønarútgjaldingarnar minkað við 2,8% fyrra ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Soleingi sum samlaðu lønarútgjaldingarnar ikki fara at minka, eru útlit fyri, at virksemið í handverksvinnuni fer at standa við. At støðan ikki nýtist at versna, bera góðu arbeiðsloysistølini fyri mars mánað í ár eisini boð um. Sambært seinastu uppgerðini minkaði arbeiðsloysisprosentið úr 4,2% í februar niður í 3,9% í mars.

Tølini niðanfyri fyri lønarútgjaldingarnar eru fingin frá HAGSTOVUNI.


Lønargjaldingar í 1.000 kr. skift á vinnugrein og ár
Vinnugrein 2005 2004 Broyting
04/05
Landbúnaður 1.295 1.383 -6,4
Fiskiskapur 168.615 190.035 -11,3
Ali- og kryvjivirki 18.429 24.117 -23,6
Ráevnisvinna 5.212 4.937 5,6
Fiskavøruídnaður 90.630 100.145 -9,5
Skipasmiðjur, smiðjur 32.547 32.085 1,4
Ídnaður annars 50.978 54.815 -7,0
Bygging 85.962 84.733 1,5
Orkuveiting 11.932 12.662 -5,8
Handil og umvæling 138.194 142.214 -2,8
Gistihús og matstovur 14.066 14.318 -1,8
Sjóflutningur 60.648 55.467 9,3
Flutningur annars 32.595 30.491 6,9
Postur og fjarskifti 39.943 40.166 -0,6
Fígging og trygging 57.479 56.193 2,3
Vinnuligar tænastur 47.980 44.130 8,7
Húshaldstænastur 9.939 9.137 8,8
Almenn fyrisiting og tænastur 509.220 473.842 7,5
Felagsskapir og mentan 28.727 28.532 0,7
Ótilskilað vinna 12.946 8.803 47,1
Tilsamans 1.417.337 1.408.205 0,6

23-05-05