Tíðindi
Samhugaverkfall 3. nov. 2023

Nakrir limir felagsins eru undir Fíggjamálaráðnum, til dømis kavaruddingin hjá Landsverki og húsavørðar kring landið.
Í sambandi við avgerðina hjá Løgtingininum 2. novembur 2023, fer Føroya Handverkarafelag í samhugaverkfall tann 3. novembur.
Formaðurin vísir á, at størsti parturin av limunum hjá Føroya Handverkarafelag arbeiða hjá privata sektorinum. Teir eru ikki settir eftir sáttmála við Fíggjamálaráðið, og kunnu tí ikki fara í verkfall. Tó verður lýst við 24 tíma samhugaverkfalli fyri allar limir felagsins ið eru settir eftir sáttmála við Fíggjamálaráðið.