Felagsskipan
Stevna
Føroya Handverkarafelag hevur sum stevnu at samskipa øll handverkarafeløg í landinum og á tann hátt fáa tey at samstarva.
Endamálið við samstarvinum er at gagna feløgum og limum teirra í millum annað vinnu- og lønarmálum.
Málið er at tryggja áhugamál handverkaranna soleiðis, at teir hava javngóð kor sammett við aðrar stættir landsins.
Dentur verður eisini lagdur á eina góða lærlingaútbúgving.
FHF samstarvar við feløg og samtøkur innan sum uttanlands, ið reka somu áhugamál sum felagið.
Limaskapur
Rætt til at gerast limur hava øll handverkarafeløg kring landið. Umsókn um innliman verður i hvørjum einstøkum føri viðgjørd á aðalfundi felagsins. Hvørt felag hevur innanfelags frælsi.
Stjórn
Hvørt lokalfelag velur sítt umboð og tiltaksmann í stjórnina. Til umboð kunnu bert veljast stjórnarlimir í lokalfeløgunum.
Harumframt velur aðalfundurin formannin fyri eitt tveyáraskeið. Formaðurin røkjur dagliga starv felagsins og gevur fundarboð, tá ið neygðugt er, ella tá ið tríggir nevndarlimir krevja tað.
Aðalfundur
Aðalfundarskráðin er henda:
1. Val av orðstýrara
2. Frágreiðing frá starvi felagsins í farna ári
3. Roknskapur til góðkenningar
4. Lønásetan fyri álitisstørv
5. Val av formanni
6. Val av einum rokniskapargranskoðara
7. Innkomin uppskot
8. Ymiskt
Avrit av frágreiðingini fyri farna árið, verður send lokalfeløgunum 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Við atkvøðugreiðslu á aðalfundi eigur hvørt felag eina stemmu fyri hvønn lim, sum goldið er fyri sambært limalistan.