Tíðindi

Danmarkstúrur

Umboð fyri Tekniska Skúla í Klaksvík, Glasir, Arbeiðsgevarafelagið í Vinnuhúsinum og Føroya Handverkarafelag vóru í Danmark, fyri at leita sær íblástur, í samband við at sveinastykkir og dømingarhættir innan timburfagið skulu nútímansgerast.

Vitjað var í EUC Nordvest í Thisted. Hesin skúli var valdur, tí hann passar væl til okkara stødd og viðurskiftir. Vitjanin vardi í fýra dagar. 

Tíggju næmingar vóru til sveinaroynd hesuferð. Tað var sera áhugavert at síggja, hvussu hetta gekk fyri seg. Sigast má, at vit fingu sera nógvan íblástur, nógv input, og gestablídni var í hásæti.

Lærarnir innan timburfagið har, koma væntandi til Føroya á vitjan, tá veðrið blívur betri.

Vinnan betaldi sjálv útreiðslurnar ísv. at umboðið fyri Arbeiðsgevarafelagið var við, og somuleiðis gjørdi Føroya Handverkarafelag.