Tíðindi
Kravd lívrenta er órímilig - lógin má tí broytast
Væntaða livitíðin er ymisk millum fakbólkar, tí er tað órímiligt, at øll hava sama pensjónsaldur og skulu binda nærum helmingin av pensjónini í lívrentuveiting.
Løgtingið viðger í løtuni pensjónslóggávuna, har fokus einamest er á at hækka
pensjónsaldurin frá 68 til 69 ár. Hetta fyri at vit øll skulu arbeiða longur og fáa færri
veitingar frá tí almenna, nú væntaða livitíðin er hækka fyri miðalføroyingin. Men
politiska skipanin eigur eisini at taka hædd fyri, at væntaða livitíðin er ymisk fyri ymsu
fakbólkarnar á arbeiðsmarknaðinum. Summi bólkar liva longri enn aðrir, og tí eigur
politiska skipanin at broyta pensjónsskipanina.
Tað er ein grundleggjandi fortreyt í eini rættvísari egnari pensjónsskipan, at tú í
høvuðsheitum fært aftur tað, tú sjálvur hevur spart upp. Men í Føroyum er veruleikin
ein annar fyri nógvar fakbólkar.
Í dag krevur lógin, at 45 % av pensjónsuppsparingini skal rindast út sum lívslong
veiting við nøkrum fáum undantøkum. Lívrenta er ein skipan, har tú fært útgoldið
hvønn mánað, so leingi tú livir – men um tú doyr stutt eftir pensjón, fellur lívrentan
burtur, og pengarnir fara ikki til maka ella børn.
Hetta verður ofta lýst sum ein tryggleiki fyri bæði einstaklingin og samfelagið. Men
fyri nógv handverks- og arbeiðsyrki er hetta í roynd og veru ein systematiskur vandi.
Akademikarar liva longri enn handverkarar
Aktuarar staðfesta, at slík skipan viðførir eina umfordeiling frá teimum, sum liva
styttri, til tey, sum liva longri. Hetta er væl dokumenterað í Danmark: Akademikarar
liva í miðal 6-7 ár longri enn ófaklærd og handverkarar. Tað er einki, sum bendir á, at
munurin er minni í Føroyum.
Tá ymiskir bólkar eru í somu lívrentuskipan, og pensjónsaldurin er tann sami, fer ein
umfordeiling altíð at henda. Hetta er ikki ein áskoðan, tí tað er aktuarfaklig
staðfesting: Tey sum liva styttri rinda til tey, sum liva longri. Staðfestast kann eisini, at
kvinnur liva longri enn menn.
Ongin trygd fyri eftirsitandi
Í Føroyum er tað ikki longur møguligt at tekna hjúnarfelagseftirløn í
livrentuskipanunum. Tað merkir, at um ein handverkari doyr fá ár eftir, at hann er
farin á pensjón, missir familjan stóran part av uppsparingini, hóast nógv er eftir av
pensjónsuppsparingini.
Í Danmark og Íslandi er støðan ein onnur. Har bjóða pensjónskassar skipanir, har
eftirsitandi hjúnarfelagin fær 60–70 % av lívrentuni, ella har eftirlætistrygd er í
kollektivu skipanunum.
Ein av orsøkunum til, at pensjónskassar í Danmark eru skipaðir eftir fakbólkum, er
júst henda: Arbeiðarar og akademikarar hava ymiska væntaða livitíð, og tí er órímiligt
at hava tey í sama felagskassa. Í Føroyum er tað ikki realistiskt at býta
pensjónsskipanina neyvt upp eftir fakbólkum. Og hóast tað hevði verið meira rættvíst
at havt ein lægri pensjónsaldur fyri handverkarar, so er tað neyvan politiskt
realistiskt.
Loysnin er at tillaga lívrentupartin
Tá allar aðrar loysnir eru burtur, stendur ein eftir: Pensjónslógin má broytast.
Antin má:
obligatoriski lívrentuparturin takast burtur, ella
minkast munandi, so fólk sjálvi betur kunnu velja, hvussu nógv skal bindast í
lívrentu, og hvussu nógv skal tryggja familjuna.
At halda fast í verandi skipan merkir at halda fast í eina skipan, sum systematiskt
flytur pening frá teimum, sum arbeiða hart og liva styttri, til tey, sum liva longri. Og
tað merkir eisini, at einstøku húskini í minni mun kunnu hugsa um tey eftirsitandi við
pensjónini. Tey eftirsitandi verða sostatt fíggjarliga verri fyri, sum aftur kann viðføra
hægri útreiðslur fyri landskassan.
Einasta avmarkingin á lívrentupartin í verandi skipan er, at lívslanga veitingin
ongantíð kann vera kravd hægri enn 40% av eini arbeiðaraløn. Upphædd, ið er
oman fyri ta kravdu lívslongu veitingina, kann flytast til lutaeftirlønarsamansparingina,
um eftirlønaravtalan væl at merkja loyvir hesum.
Um lívslanga veingin er 40% av arbeiðaralønini, krevst at pensjónsuppsparingin er
yvir 6 milliónir krónur. Tí 45% av pensjónsuppsparingini skal tá deilast út yvir 20 ár,
sum er væntaða restlivitíðin sum pensjónist. So tað eru bert limir við eini
pensjónsuppsparing størri enn 6 milliónir krónur, sum kunnu avmarka lívrentupartin í
verandi lóggávu.
Ein handverkari, sum fær 35.000 krónur í mánaðarløn og rindar 12% til egna
pensjón, savnar sær minni enn 3 milliónir krónur í dagsins krónum við einum
realavkasti á 2%. Sostatt verður 45% av uppsparingini útgoldin sum lívrenta og kann
tí ikki arvast.
Tað er ikki eitt neyðugt ella skynsamt val. Tað er eitt politiskt val.
Og tað er eitt val, sum eigur at verða broytt. Løgtingið hevur eitt gylt høvi at broyta
hesar ásetingar, nú tey allíkavæl ætla at gera tillagingar í pensjónslóggávuni. Og tá
tey helst ikki eru sinnaði at innføra ymiskar pensjónsaldrar fyri ymiskar fakbólkar,
mugu tey tillaga lívrentupartin, so hendan órættvísa skipanin ikki heldur áfram.
Nevndirnar í handverkarafeløgunum