Tíðindi

Eru farin at kanna arbeiðsumhvørvið

Við stuðli frá Granskingarráðnum, Betri Stuðul og Fakfelagssamstarvinum fer Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu undir verkætlan, ið hevur til endamáls at kanna arbeiðsumhvørvið hjá øllum føroyingum eldri enn 18 ár.

Við verkætlanini ynskja vit at savna inn vitan um sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið hjá føroyskum arbeiðstakarum til tess at betra um arbeiðsumhvørvið í Føroyum.
Tá kanningin er liðug, fara vit at greina úrslitini eftir t.d. kyni og aldri, fak- og starvsbólkum, vinnugreinum og øki, upplýsir Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Sí leinki her.