Tíðindi
Euro Skills
Føroya Handverkarafelag luttók til EuroSkills í Herning frá 8. til 13. septembur 2025.
Sjálvt um føroyingar enn ikki hava møguleika at kappast í EuroSkills, evropameistarakappingini fyri handverkslærlingar, var ein føroyskur básur kortini at síggja í Herning í septembur.
Básurin varð skipaður av Føroya Handverkarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Eisini luttóku onnur føroysk umboð fyri Teknisku skúlarnar, TSK og Glasir, eins og Yrkisdepilin, Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Samverk.
Í básinum stóð føroyskur bátur, sum John Høgnesen hevði smíðað til høvið. Og bakgrundina gjørdi Livar Nysted, sum málaði ein stóran málning av einum 10-mannafari.
Básurin varð væl vitjaður, og var tað ein heilt serlig løta, tá kongur signeraði bátin í stóra málninginum hjá Livari Nysted.
Sí meir á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum: https://www.industry.fo/um-vinnuhusid/a-breddanum/kongur-doypti-batin-kongen