Tíðindi

FM fyri handverkslærlingar verður aftur í 2025

Tann 27. og 28. februar 2025 verður FM fyri handverkslærlingar hildið á Glasi. Lærlingar úr ymiskum handverksfakum fara at kappast um at vinna heiðurin sum føroyameistari innan sítt yrki

Í 2025 verður kappingin størri enn nakrantíð, og lærlingar fara at kappast í hesum fakum:

  • bilsmíð,
  • el-arbeiði,
  • timbur,
  • hárfríðkan,
  • rør- og blikksmíð, og
  • maskinsmíð.

Hetta er triðju ferð, at FM fyri handverkslærlingar verður fyriskipað í Føroyum. Hesaferð verður tiltakið størri og við fleiri kappingum enn nakrantíð áður. Afturat kappingini verður eisini møguleiki hjá øllum at uppliva aðrar yrkisútbúgvingar, sum verða vístar fram til tiltakið.

Endamálið við FM fyri handverkslærlingar er at heiðra góðum handverki og at varpa ljós á týdningin av yrkisútbúgvingum. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og allir 8. flokkar kring landið eru innbodnir at uppliva kappingarnar og fáa innlit í yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið.

FM fyri handverkslærlingar verður skipað sum samstarv millum Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Glasir, Tekniska Skúlan í Klaksvík, og Yrkisdepilin.

Høvuðsstuðul av tiltakinum er MEST.