Tíðindi
Føroya bestu handverkslærlingar

Í farnu viku var FM fyri handverkslærlingar, sum Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverksmeistarafelag skipaðu fyri.
Hósdagin og fríggjadagin varð skipað fyri FM fyri handverkslærlingar, har kappast var millum lærlingar úr ymiskum fakøkjum, at gerast føroyameistari í sínum øki.
Sera nógv fólk vitjaðu Glasir, ið varð karmur um kappingina hesar dagarnar – bæði fakfólk, arbeiðsgevarar, familjur, vinir og kenningar komu at fylgja við.
Lærlingarnir vóru ótrúliga dugnaligir, og kappingin spennandi. Kappast var í seks ymiskum fakum, har lærlingar skuldu loysa uppgávur, ið kravdu vitan, gott handalag og nýhugsan.
FM fyri handverkslærlingar er ikki bara ein kapping, men vísir føroyska samfelagnum hvussu týdningarmikil handverksfakini eru, og hvussu dugnaligir okkara handverkarar eru.
Føroyameistarar 2025 eru:
- Hárfríðkan: Beinta Mouritsen, lærlingur hjá Karin’sa
- El: Karstin av Teiginum Jacobsen, lærlingur hjá El-Kervið
- Maskinsmið: Jónas Petersen, lærlingur hjá MEST á Skála
- Timbur: Elmar Jacobsen, lærlingur hjá Holm Bygging
- Bilsmið: Símun Bendix Larsen, lærlingur hjá Reyni Service
- Rør- og blikksmið: Ólavur Abrahamsen, lærlingur hjá Renovent
Mynd: Álvur Haraldsen