Tíðindi

Føroya Flogteknikarafelag haft ársaðalfund

Føroya Flogteknikarafelag hevði ársaðalfund mikudagin 24. apríl 2024 kl. 16.

Uppmøtingin var góð og fundurin gekk gott.

Magnus valdi at taka eitt skritt aftur í nevndini, tí hann hevur fingi nýtt starv hjá Atantic.


Nevndin sær soleiðis út aftaná fundin:

Elfinn Ørvarodd er formaður, Magnus á Stongunum næstformaður.

Kassameistari er Jónstein Biskopstø og eykalimir eru Hans Niclasen og Bjørn Sjúrður Patursson.