Tíðindi

Føroya Handverkarafelag haft ársaðalfund

FHF hevði ársaðalfund á Hotel Vágum tann 5. Apríl 2025.


Vága Handverkarafelag skipaði fyri hesu ferð á Hotel Vágum, eisini varð vitjað á Krígssavninum.

Næsta ár skipar Klaksvíkar Handverkarafelag fyri ársaðalfund.

Fráboðan um umboð og eykaumboð í stjórn

Klaksvíkar Handverkarafelag: Heini Heinesen, varalimur Andras Joensen
Fuglafjarðar Handverkarafelag: Jóhan Hansen, varalimur Jan Fredrik Hansen
Nes Sóknar Handverkarafelag: Thomas Johansen, varalimur Karl Magni Hammer
Umboðið fyri Vága Handverkarafelag Jóhannus Olsen hevur lagt frá sær. Í hansara stað er Jón Joensen valdur og Robert Bernhardson er varalimur.

Suni endurvaldur

Formaðurin Suni Simonsen stillaði, sum einasti valevni uppaftur, hann var valdur til formann komandi 4 árini.

Suni takkaði fyir álitið, men upplýsti, at hann ætlar at gevast, tá ið hann verður pensionist í januar  2027, so nýggjur formaður má finnast fyri hann til ta tíð.