Tíðindi

Í Íslandi við RSI

RSI bjóðaði tveimum umboðum til Íslands tann 4. mai til 7. mai 2023. Heine Heinesen, næstformaður, og Janus Jensen luttóku vegna Føroya Handverkarafelag.

RSI høvdu bjóðað nógvum til Íslands, har vóru luttakarar úr Danmark, Noregi, Føroyum, Finlandi, Svøríki, Íslandi, umframt formaðurin í norðurlendska el-sambandinum.

Eisini var ein donsk kvinna har sum gestarøðari, hon var úr einum felagsskapi ið kallast Boss Lady, ið roynir at fáa betri umstøður hjá kvinnum innan fakið. Hon hevði eina megnarframløgu!