Tíðindi

Íslandstúrur

Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, hevur framløgu

Føroya Handverkarafelag var á skeið í Íslandi tann 20. - 23. septembur 2021.

Á heimferðini vóru lærlingar á tekniska skúla í Klaksvík við á ferðini, og formaðurin í Føroya Handverkarafelag, Suni Simonsen, var biðin um at hava eina framløgu. Framløgan var í tveimum pørtum. Fyrri parturin var um limaviðurskifti hjá lærlingunum at koma í handverkarafeløgini, og seinni parturin var um hvussu Føroya Handverkarafelag tryggjar allar sínar limir sum eru lærlingar og sveinar. Síðan vóru spurningar settir, og formaðurin svaraði upp á spurningarnar.