Tíðindi

Kunning til lærlingar á Glasi

Trímannanevndin var á Glasi týsdagin og mikudagin í viku 50.

Trímannanevndin er mannað av Suna Simonsen, Heina Heinesen og Jóhan Hansen.

Suni hevði framløgu um Føroya Handverkarafelag, um sáttmálarnar hjá lærlingum, limaskap, lívstryggingar og eftirløn.

Lærlingarnir sendu spurningar til okkum, og Jóhan svaraði spurningunum.

Síðani var orðiði frítt.

Umleið 60 lærlingar vóru til framløgurnar hvønn dag.