Tíðindi

Semja um Handverkarasáttmálan


Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin hava tann 25. septembur 2024 skrivað undir semju um nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2024 til 30. september 2026.

Semjan hevur við sær eina lønarhækking á 3,25 % 1. oktober í ár og 3,23 % 1. oktober 2025. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5% frá 1. oktober 2025, samstundis sum eftirlønin tá verður roknað av allari A-inntøku. Harumframt fáa handverkararnir somu serstøku viðbót sum arbeiðarafeløgini á 3,75 kr./tíman fyrra árið og 3,50 kr./tíman seinra árið. 

Karmurin er á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.