REGLUGERÐ

§ 1. Navn og heimstaður

Stk. 1. Navn grunsins er ”Halgidagsgrunnur”.

Stk. 2. Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna eiga grunnin, og heimstaður grunsins er Tórshavn.

§ 2. Endamál

Endamálið við grunninum er at rinda sveinum og serarbeiðarum løn í sambandi við høgtíðir, í fyrstu atløgu í sambandi við jólini.

§ 3. Treytir fyri útgjaldi

Treytirnar fyri útgjaldi eru:
· At sveinur og serarbeiðari er virkin limur í Handverkarafelag, sum aftur er limur í Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna
· At sveinur og serarbeiðari arbeiðir hjá handverksmeistara, sum rindar gjald til grunnin .

§ 4. Inngjald

Stk. 1. Meistarar rinda 1% av lønini í ein halgidagsgrunn. Gjaldið hækkar 1. oktober 2004 við 0,5% til 1,5%

Stk. 2. Gjaldið frá 01.01.2000 til 30.09.2001 er at rokna sum fæ grunsins.

Stk. 3. Meistarin hevur skyldu til at tilskila navnið á sveininum/serarbeiðaranum, sum inngoldið verður fyri.

Stk. 4. Gjaldið til grunnin verður flutt, tá ið lønin verður flutt.

§ 5. Útgjald

Stk. 1. Halgidagsgrunnurin rindar halgidagsløn til svein og serarbeiðara um hálvan desember á hvørjum ári.

Stk. 2. Útgoldið verður tann halgidagsløn, sum meistarin hevur inngoldið fyri tann einstaka sveinin og serarbeiðaran 12 mánaðir frammanundan útgjald, tvs. frá 1. oktober til 30. september árið eftir.

Stk. 3. Sveinur & serarbeiðari hevur skyldu til at syrgja fyri, at umsitingin av grunninum hevur tær neyðugu upplýsingarnar fyri at kunna útgjalda gjaldið.

Stk. 4. Halgidagsløn kann í seinasta lagi verða útgoldin 1. apríl árið eftir, at hon átti at verið útgoldin.

§ 6. Umsiting

Stk. 1. Grunnurin verður umsitin av fyrisitarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag saman við einum umboði fyri Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

Stk. 2. Hesi kunna taka sær serkøna hjálp, ið verður lønt av inntøkum grunsins.

§ 7. Roknskapur

Stk. 1. Roknskapur grunsins gongur frá 1. mai til 30. apríl, tó í 2003 frá 1. januar 2003 til 30. apríl 2004..

Stk. 2. Grannskoðari verður útnevndur av umboðunum hjá feløgunum.

§ 8. Broytingar

Henda reglugerð kann verða broytt, um umsitingin hjá grunninum ella nevndarlimur í felag heldur tað vera neyðugt, men broytingar skulu verða lagdar fyri feløgini til góðkenningar.

§ 9. Avtøka

Um feløguni verða samd um at avtaka grunnin, verða ognir grunsins gjørdar upp, men megu tó ongantíð falla aftur til feløguni sjálvi, men latast til eitt tá ávíst gott endamál, innan tað økið, ið feløguni virka í, og sum feløguni verða samd um.

§ 10. Stovnseting

Hesin grunnur er settur á stovn sum lið í sáttmálasamráðingarnar millum handverkarar og handverksmeistarar 1. oktober 1997, og byrjar at virka frá 1. januar 2000 við útgjaldi fyrstu ferð hálvan desember 2002.

Reglugerðin er fyrstu ferð broytt oktober/november 2001 og juni 2004.

Føroya Arbeiðsgevarafelag
Johan Páll Joensen, form.

Føroya Handverksmeistarafelag
Magnus Magnussen, form.

Føroya Handverkarafelag
Poul Øregaard, form.

Landsfelag Handverkaranna
Daniel P. Djurhuus

At virka fyri áhugamálum handverkaranna soleiðis, at tey eru javngóð øðrum stættum landsins