REGLUGERÐ FYRI VITAN
Eftirútbúgvingargrunnur stovnaður 1. januar 1990
§ 1. Navn og heimstaður
Stk. 1. Navn grunsins er Vitan.
Stk. 2. Ognarar grunsins eru Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag.
Stk. 3. Virkisøki grunsins er Føroyar og heimstaðurin Tórshavnaa.
§ 2. Endamál
Stk. 1. Høvuðsendamál grunsins er at kunna veita fíggjarligan og tekniskan stuðul til limirnar í báðum feløgunum, ið ætla sær á eftirútbúgvingarskeið.
Stk. 2. Nevndin kann í einstøkum førum taka avgerð um at nýta pening til annað enn eftirútbúgving.
§ 3. Treytir fyri stuðli
Treytirnar fyri at kunna fáa stuðul eru, at:
a. viðkomandi handverkari er virkandi limur í handverkarafelag ella meistari ella virki hansara í meistarafelag, ið aftur er limur í FHF/Landsfelag Handverkaranna ella FAG/FHMF.
b. felagsgjaldið er goldið.
c. viðkomandi innanfyri seinastu 4 vikurnar, áðrenn at eftirútbúgvingin fer fram, hevur starvast hjá handverksmeistara ella sjálvur hevur verið handverksmeistari.
§ 4. Stovnsfæ
Stk. 1. Feløgini hava við sáttmála avtalað inngjald í grunnin, og verður til 31.12.2001 helvtin av hesum gjaldi sett sum stovnsfæ á bundna konto í føroyskum peningastovni til hægst møguliga rentu.
Stk. 2. Frá 01.01.2002 verður stovnsfæið hildið viðlíka av fíggjarinntøkunum.
§ 5. Veitingar
Stk.1. Veitast kann úr grunninum:
a) Árliga inngjaldið
b) Peningur, sum á annan hátt fellur til grunnin.
c) Peningur sambært a og b, sum ikki var nýttur undanfarna ár
§ 6. Inngjalding
Stk. 1. Handverksmeistarin hevur skyldu at taka gjald handverkaranna av lønini við hvørja lønarútgjalding og inngjalda tað til grunnin, eins og hansara egna gjald samstundis skal gjaldast inn.
Stk. 2. Handverksmeistarin skal avrokna gjaldið til grunnin við hvørja lønarútgjalding ella eftir avtalu við grunnin.
Stk. 3. Hevur handverksmeistari skuld til grunnin, ið er eldri enn ein mánaður sambært fyriskrivaðum reglum ella gjørdari avtalu, og henda skuld ikki er goldin í seinasta lagi 8 dagar eftir, at hann er kravdur, kann henda skuld verða innheintað á vanligan hátt.
§ 7. Umsiting
Stk. 1. Til at stjórna grunnin verður vald ein trímannanevnd. Hon skal hava umsitingina av grunninum um hendi og taka avgerð um øll mál, sum hoyra grunninum til.
Stk. 2. Nevndin í ávíkavist FAG/FHMF og FHF velja hvør sín lim, meðan triði limurin verður valdur av hinum báðum í felag.
Stk. 3. Nevndin verður vald fyri tvey ár í senn, og kann nevndarlimur veljast aftur.
Stk. 4. Nevndin kann taka sær serkøna hjálp, ið verður lønt av inntøkum grunsins.
Stk. 5. Umsitingarútreiðslur grunsins og samsýningar til nevndarlimir skulu verða góðkendar av feløgunum, og verða goldnar av inngjaldi grunsins.
§ 8. Umsókn
Stk. 1. Umsókn um stuðul skal skrivast á serligt umsóknarblað, ið nevnd grunsins letur gera til endamálið.
Stk. 2. Saman við umsóknini skal fylgja kostnaðarmeting av útreiðslunum av eftirútbúgvingini, ið umsøkjarin ætlar at luttaka í, og kann grunnurin so út frá hesum upplýsingum játta stuðul.
Stk. 3. Øll útgjøld av stuðli eru tó treytað av skjalprógvaðum útreiðslum.
Stk. 4. Í hvørjum fíggjarári skal nevndin miða ímóti, at eitt rímiligt samsvar er ímillum inngjald og játtaðan stuðul til teir einstøku umsøkjararnar.
§ 9. Roknskapur
Stk. 1. Roknskapur grunsins gongur frá 1. januar til 31. desember.
Stk. 2. Grannskoðaður roknskapur skal verða framlagdur á árligu aðalfundum felaganna.
Stk. 3. Grannskoðari verður útnevndur av nevndini.
§ 10. Broytingar
Henda reglugerð kann verða broytt, um nevndarlimur í grunninum ella felag heldur tað vera neyðugt, men broytingarnar skulu verða lagdar fyri feløgini til góðkenningar.
§ 11. Avtøka
Um feløgini verða samd um at avtaka grunnin, verða ognir grunsins gjørdar upp, men megu tó ongantíð falla aftur til feløgini sjálvi, men latast til eitt tá ávíst gott endamál, innan tað øki, ið feløgini virka í, og sum feløgini verða samd um.
§ 12. Stovnseting
Hesin eftirútbúgvingargrunnur er settur á stovn í samband við sáttmálasamráðingar millum handverkarar og handverksmeistarar í mai 1989 og skal byrja virki sítt 1. januar 1990.
Reglugerðin samtykt av meginfeløgunum í desember 1989, broytt í desember 1998 og í mai 2002
Føroya Handverkarafelag Føroya Handverksmeistarafelag
Poul Øregaard, form. Vilhelm M. Johannesen, form.
Landsfelag Handverkaranna Føroya Arbeiðsgevarafelag
Dániel P. Djurhuus Vilhelm M. Johannesen, form