Tíðindi
Atlantic Workers Union haft ársaðalfund

Á fundinum tann 5. mars 2022 bleiv m.a. avgjørt at skifta navn á felagnum til Føroya Flogteknikarafelag.
Atlantic Workers Union hevði ársaðalfund í nýggju hølunum hjá Føroya Handverkarafelag tann 5. mars 2022.
Fundurin var viðtøkuførur og innihaldsríkur, millum annað bleiv avgjørt at skifta navn á felagnum til Føroya Flogteknikarafelag.
Aftaná fundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Formaður: Magnus á Stongunum
Næstformaður: Elfinn Ørvarodd
Kassameistari: Jónstein Biskopstø
Tiltakslimur: David S. Davidsen
Tiltakslimur: Hans Niclasen