Tíðindi

Dagførd pensjónsavtala

Føroya Handverkarafelag og Lív skrivaðu fyrst í januar undir nýggja pensjónsavtalu fyri limir felagsins.

Upphæddirnar í avtaluni eru hesar:

Lívstrygging
Tryggingarupphædd fyri limir kr. 600.000
Tryggingarupphædd hjúnafelagi/sambúgvi kr. 300.000
Tryggingarupphædd børn kr. 40.000

Ávísar hættisligar sjúkur Tryggingarupphædd fyri limir kr. 135.000
Tryggingarupphædd fyri børn kr. 135.000

Eisini kann tryggingin rinda fyri hoyritól, sum eru játtað sambært kunngerð um hoyritól.

Lokaupphædd 2021 er kr. 100.000

Eisini er vert at kunna seg um reglurnar um útgjald og um afturjeyp av uppsparda virðinum í nýggju avtaluni.

Limir, sum vilja vita meira um avtaluna, kunnu venda sær til felagið.