Tíðindi

Eitt gott avkast í einum avbjóðandi ári

Hetta er mynda tekstur

Tryggingarfelagið LÍV sigur í tíðindaskrivi, at tað kom lutfalsliga væl burtur úr 2020 hóast stóru avbjóðingarnar vegna korona.


Kundar hjá LÍV fingið eitt nøktandi avkast á upp til 5,2 prosent. Harumframt hevur kundatilgongdin gjørt tað møguligt, at LÍV kann lækka umsitingarkostnaðin fyri kundar við marknaðarrentu.

Felagið sigur í tíðindaskrivinum, at partabrøvini fullu nógv í fyrru helvt av 2020, og tá valdu vit at hækka partabrævaíløgurnar við tí fyri eyga at fáa ágóðan av hesum, tá prísirnir væntandi fóru upp aftur. Tað gjørdu teir, og tí kunnu vit nú vísa á eitt nøktandi avkast til kundarnar upp til 5,2 prosent.
Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava eisini havt gagnliga ávirkan á avkastið til viðskiftafólkini, og felagið ætlar at økja um íløgurnar í Føroyum, um hetta gagnar avkastinum hjá kundunum.
Lága rentustøðið er ein avbjóðing fyri eftirlønarfeløgini og fíggjarmarknaðin sum heild, og lága rentan sæst aftur í hækkandi framtíðar skyldum hjá felagnum.

Íalt vórðu inngoldnar 375 milliónir krónur í brutto tryggingargjøldum. Hetta er met og svarar til eina hækking á 11,5 prosent í mun til 2019.
Økta inngjaldið, hækkandi talið av viðskiftafólkum saman við tálmandi rakstrarkostnaði hevur lagt lunnar undir, at nevndin hevur samtykt enn einaferð at lækka umsitingarkostnaðin á eftirlønaruppsparingini í marknaðarrentu. Fasta árliga gjaldið á 300 krónur er lækkað niður á 240 krónur í 2020.

LÍV fer við nýggjari sonevndari kjarnuskipan at økja og betra um tænastuveitingarnar mótvegis kundum og samstarvsfeløgum, og nýggjur kundaportalur verður somuleiðis tikin í brúk seinni í 2021. Við nýggju kjarnuskipanini verður eitt nú kynsneutral lívrenta sett í verk seinni í 2021.

Nevndin afturvald var afturvald á aðalfundinum hjá felagnum 28. apríl bleiv nevndin afturvald. Í nevndini sita Høgni Olsen, formaður, Hanna í Horni, næstforkvinna, Árni Arge, Súni Selfoss og Kári Petersen, nevndarlimir.