Tíðindi

Handverkarafeløg havt aðalfund

Vága Handverkarafelag hevði ársfund týsdagin 16. mars 2021 kl. 19.
Poul Johannes Svabo, ið hevur verið formaður síðan 1997 og til í dag burtursæð frá 2007 til 2011, takkaði fyri seg og stillaði ikki uppaftur.

Nýggjur limur í nevndini er Robert Bernhardson, Miðvági.

Nevndin skipaði seg við Jóhannus Olsen sum formanni og Jón Joensen sum næstformanni.
Hinir í nevndini eru Jóannes Rasmussen, John Simonsen og Robert Bernhardson.

Klaksvíkar Handverkarafelag hevði aðalfund 17.mars 2021, og varð sama nevnd afturvald og skipaði seg við Tryggva Gunnarstein, sum formanni og Heina Heinesen, sum næstformanni.
Hinir nevndarlimirnir eru Birgir Joensen, Fróði Thomasen og Hildebrand Andreasen
Tiltakslimir eru Andreas Andreasen og Agnar Josephsen.
Skrivari Erling Petersen

Vestmanna Handverkarafelag hevði ársaðalfund 20. mars 2021.

Sum vanligt møttu umleið ein fjórðingur av limunum til fundin. Marner Seloy, Fríðbjørn Seloy og Hjalmar Ingebriksen stóðu fyri vali og vórðu afturvaldir.

Suni Simonsen, formaður, Marner Seloy, næstformaður, Janus Jensen, skrivari og Fríðbjørn Seloy og Hjalmar Ingebrigtsen eru nevndarlimir.


Fuglafjarðar Handverkarafelag hevði ársaðalfund á Muntra 16. mars 2021.

Á skránni var millum annað formansval og val av einum stjórnarlimi.
Formaðurin, Jóhan Hansen og stjórnarlimurin, Agnar Lassaberg vórðu báðir einmælt afturvaldir.

Nevndin í Fuglafjarðar Handverkarafelag er:
Jóhan Hansen, formaður
Jann F. Hansen, næstformaður
Jan Dam Vang, skrivari
Agnar Lassaberg, nevndarlimur
Petur við Gjónna, nevndarlimur

Eykalimir eru Jákup Eliassen og Finnur Eliassen