Tíðindi
Lærlingar fingu prógv á TSK

22 lærlingar fingu í dag prógv á Tekniska Skúla í Klaksvík. 12 í elektrikarafakinum og 10 í maskinfakinum.
Gestarøðari hesaferð var Suni Simonsen frá Føroya Handverkarafelag.
Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum.