Tíðindi

Vitjan úr Íslandi

Samiðn og nevndin í Føroya Handverkarafelag uttanfyri Vinnuhúsið

Samiðn, ið er eitt íslendskt handverkarafelag, hevði ársaðalfund í Føroyum 14. – 18. oktobur, og Føroya Handverkarafelag var vertur fyri døgunum.

Tann 16. oktobur var farið í Vinnuhúsið, har Marita Rasmussen hevði eina framløgu. Síðani var farið út á Glasir, har Magni á Lakjuni hevði eina framløgu um Glasir. Íslendarar hildu, at føroyingar vóru óalmindiliga góðir við ungdómin, tí umstøðurnar eru so góðar. Teir vóru imponeraðir. At enda var farið inn á Bakkafrost, har Karl Magni Hammer hevði eina rundvísing. Um kvøldið bjóðaðu íslendarar eina máltíð á Hotel Hilton. Sunnudagin var útferð við Froyi til Koltur og Hest, og íslendarar fóru avstað aftur mánamorgunin. Íslendarar bjóðaðu nevndini í Føroya Handverkarafelag at vera við til alt tiltakið.