Tíðindi

Lønarsamráðingar slitnaðar


Samráðingarnar millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna øðrumegin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og SEV og IRF hinumegin slitnaðu 28. apríl.

Samráðingarnar um nýggjan sáttmála hava staðið við síðan november í fjør, og higartil hava sjey samráðingarfundir verið.
Eitt av málunum, sum samráðst verður um, er, at tað skal ikki vera munur á lønunum alt eftir í hvørjum fakfelag handverkari er limur.

Semingsmaðurin er komin uppí samráðingarnar, og hann hevur kunnað seg um støðuna. Væntandi verða partarnir kallaðir hvør sær á fund við semingsmannin komandi dagarnar.

Tað eru Suni Simonsen, Heine Heinesen og Janus Atli Jensen, sum samráðast fyri Føroya Handverkarafelag, og eisini hava feløgini advokat við til samráðingarnar.