Tíðindi

Semja við meistarafelagið um sáttmála


Tann 15. oktober 2020 var semja gjørd um handverkarasáttmálan, sum er á sama støði sum semjan arbeiðarafeløgini gjørdu í juni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna hava tí skrivað undir nýggjan sáttmála galdandi frá 1. oktober 2020 til 1. oktober 2022, sum ber í sær, at lønin hækkar 1,95% 1. januar 2021 og 1,25% 1. oktober 2021. Harumframt eru aðrar tillagingar gjørdar í sáttmálanum.

Semjan kann lesast her.