Tíðindi

Føroya Handverkarafelag haft aðalfund

Føroya Handverkarafelag hevði ársaðalfundur á Hotel Vágum 14. september 2024. Skráin var sambært lógini.

Á fundinum vóru umboð fyri Flogteknikarafelagið, Klaksvíkar Handverkarafelag, Nes Sóknar
Handverkarafelag, Vestmanna Handverkarafelag, Fuglafjarðar Handverkarafelag og Vága Handverkarafelag.

Í frágreiðingini fyri farna árið greiddi formaðurin frá, at tað hevði verið eitt virkið ár hjá Føroya
Handverkarafelag, tí felagið hevði fingið nógvar fyrispurningar frá limunum. Spurningar eru um sáttmálan, eftirløn, lívstryggingar og uppsagnir. Fyrispurningar koma eisini frá arbeiðsplássum um lærlingar og teirra rættindi. Farna árið var eisini merkt av sera nógvum uppsøgnum, væl meira enn vanligt, og hetta eru ofta drúgv mál.

Millum tey uppsøgdu eru eisini nokk so nógvir lærlingar. Tað kemur fyri, at lærlingurin kanska verður biðin um at skriva undir, at hann gevst, men tað má hann ikki gera uttan nakað.

Samráðingarnar við Vinnuhúsið standa fyri durum
Sáttmálar eru gjørdir við KAF og Fíggjarmálaráðið, og samráðingarnar við Vinnuhúsið standa fyri durum. Her verður neyðugt hjá felagnum at tryggja limunum eina munandi lønarhækking, so at teirra løn ikki skal vera afturúrsigld. Samband hevur verið millum partarnar, og onkur úrspæl eru komin.

Heimasíðan væl vitjað
Í frágreiðingini varð eisini upplýst, at heimasíðan hjá felagnum er rættiliga væl vitjað. Har eru eisini flestu upplýsingar um felagið, tíðini, yvirlit yvir tryggingar og sáttmálar, og sum nakað nýtt, er sáttmálin nú eisini at finna á enskum.

Roknskapurin hjá Føroya Handverkarafelag varð eisini framlagdur á fundinum. Í ár hevði roknskapurin eitt avlop upp á eina góða mió. kr.

Arbeitt verður við felagsskipanini
Tað hevur eina tíð verið arbeitt við felagsskipanini. Ætlanin er at miðsavna nakað av umsitingini hjá øllum limafeløgunum hjá meginfelagnum, og eitt nú hava felags innkrevjing av limagjaldi. Hetta málið verður tikið upp aftur til avgreiðslu á einum komandi aðalfundi.

Ivasom viðurskifti hjá útlendskum handverkarum í Føroyum
Fólk frá Taks vóru á aðalfundinum og greiddu frá um ymisk skattamál. Har varð eisini gjørt vart við
lærlingafrádráttin, og at tað hevur týdning at lærlingarnir vita um henda frádrátt, tí teir skulu sjálvir søkja
um hann.
Eitt sindur av orðadrátti var um, hvussu útlendskir handverkarar verða løntir í Føroyum. Taks hevur eftirlit við at útlendingar eru skrásettir í fólkayvirlitinum og hjá skattavaldinum, Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við trygdini, meðan løgreglan hevur eftirlit við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Tá tað kemur til lønina er meira ivasamt. Útlendingar skulu hava løn eftir lokalu sáttmálunum, men nógv bendir á, at her eru viðurskiftini ikki altíð í lagi, og einki skipað eftirlit er við hesum.

Starvsnevndin hevur skipað seg
Einki formansval var á hesum aðalfundinum. Á fundinum vórðu nøkur nevndarumboð vald. Fyri Vestmanna Handverkarafelag var Janus Jensen valdur, og Marner Seloy eyka, fyri Vága Handverkarafelag Hannus Olsen og Jón Joensen eyka, og fyri Flogteknikarafelagið Magnus á Stongunum og Elfinn Ørvarodd eyka.

Aftan á aðalfundin skipaði starvsnevndin seg soleiðis: Suni Simonsen, formaður, Jóhan Hansen,
næstformaður og Heini Heinesen nevndarlimur.