Tíðindi

Føroya Handverkarafelag havt aðalfund


Aðalfundurin í ár hjá Føroya Handverkarafelag var í stásiligu Glyvralon á Glyvrum, leygardagin 22. mai 2021.
Hesaferð var Nes Sóknar Handverkarafelag vertur.

Á skránni vóru tey mál, sum ásett eru í reglunum um aðalfund hjá felagnum. Fyrst frágreiðing frá starvi felagsins í farna ári, og síðan var roknskapurin framlagdur til góðkenningar. Onnur mál á skránni vóru val um umboðum í stjórn og starvsnevnd og lógarbroytingar.
Seinnapartin aftan á aðalfundin var fundarfólkið á áhugaverdari rundvísing á Bakkafrost og aðalfundurin endaði við døgurða í Glyvralon.

Enn eingin sáttmáli fyri starvsfólk á hotellum og matstovum
Í frágreiðingini fyri undanfarna ár nevndi formaðurin sáttmálan millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og hinumegin KAF, sum júst er avtalaður.
Formaðurin nevndi eisini semjuna við Arbeiðsgevarafelagið og Handverksmeistarafelagið og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna frá 15. oktober 2020. Her var lønarhækkingin tann sama, sum hini feløgini hava fingið. Tað sær út til, at øll fáa tað sama, og tungt er at koma aftaná og royna at flyta nakað. Ólavsøkudagur er nú fullur frídagur, og avtala er eisini um, at sveinar fáa starvsaldarviðbót við jøvnum millumbilum í mun til starvsaldur.
Enn hevur tað ikki eydnast at fáa gjørt sáttmála fyri starvsfólk við handverksútbúgvingum á hotellum og matstovum, og tað er serliga trupult, nú korona gongur. Ein nevnd situr og arbeiðir víðari við hesum spurningi.
Formaðurin gjørdi á fundinum vart við, at tað er tørvur á skoðanarmeistarum, og at nógvir skoðanarmeistarar eru komnir væl til árs. Hann heitti á handverkarar at tekna seg sum skoðanarmeistarar í tí yrki, teir høvdu tikið sveinaroynd í. Tað er nú samtykt, at allir skoðanarmeistarnir skulu á skeið, og farið verður í holt við at gera eina nýggja lóg um sveinaroyndir.
Sáttmálarnir um tryggingar og eftirlønir við Lív vórðu eisini umrøddir á aðalfundinum.

Fara nú undir førleikametingar
Nakað av kjaki var um ætlaninar at fara undir førleikametingar, so at fólk, sum hava arbeitt leingi í einum yrki, men sum ikki hava loknan lesnað, kunnu fáa sveinaprógv eftir serligari skipan. Nakað av iva var um hesa skipan, tí hon eggjaði ikki ungum at fara í læru, men heldur at arbeiða og vinna pening, og so fara undir stytta læru seinni. Tað er Yrkisdepilin, sum stendur fyri hesum viðurskiftunum, men bæði fakfeløgini og meistararnir taka undir við hesum.
Eitt mál, sum kunnað var um á fundinum, vóru viðurskiftini hjá útlendingum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Arbeiðseftirlitið saman við løgregluni ger ófráboðaðar kanningar á ymsum arbeiðsplássum, men spurningurin og ivi er, um kanningarnar eisini umfata, at sáttmálaviðurskiftini eru í lagi.

Á aðalfundinum vóru eisini nakrar framløgur um eftirlønarskipanina, dátuverdarlógina og um nýggj tryggingartilboð.

Nevndin arbeiðir víðari við lógarbroytingum
Lógarbroytingar vóru eisini á skránni henda aðalfundin. Eitt uppskot var, at Føroya Handverkarafelag sjálvt kundi taka handverkarar upp sum limir. Hetta kann vera byrjanin til, at øll lokalu handverkarafeløgini leggja saman í eitt felag. Undirtøka var ikki fyri uppskotinum í verandi líki, og tað var tí beint aftur til nevndina at arbeiða víðari við og gera ábøtur á.

Formaðurin afturvaldur
Eingin stillaði upp ímóti sitandi formanni, Suna Simonsen, sum tí heldur fram sum formaður fyri Føroya Handverkarafelag komandi 4 árini.
Beint aftan á aðalfundin varð Jóhan Hansen í Fuglafjarðar Handverkarafelag nývaldur í starvsnevndina, sum skipaði seg soleiðis:

Suni Simonsen, formaður,
Heini Heinesen, næstformaður,
Jóhan Hansen, nevndarlimur.

Sí myndir her.